01/04/2026
🐑✈️ BREAKING FRÁ ALPHA TRAVEL ✈️🐑
Herfyri gjørdu vit eitt heilt serligt samstarv… og ja, tað er júst líka løgið, sum tað ljóðar 😳
Frá í dag av bjóðar Alpha Travel nevniliga “Sheep Flight Experience™” til okkara kundar🐑
Stutt sagt:
Tú flýgur IKKI longur einsamallur… 👀
✔️ Hvørt ferðafólk fær tillutað sín egna seyð (á okkara rokning)
✔️ Seyðurin situr við síðuna av tær alla ferðina
✔️ Og ja… hann fær eisini snacks 🥕
Okkara kanningar vísa at:
🐑 87% av seyðum eru blíðari enn síðumaðurin
🐑 6️⃣7️⃣% tyggja ikki líka hart sum menniskju
🐑 100% døma teg ikki um tú hyggur eftir filmi alla ferðina 🎬
Premium-uppgradering fevnir um:
✨ Ein eyka fittan seyð
✨ Møguleika at velja millum “prátingarsamar” ella “introvertar” seyðir
Bóka sum skjótast, áðrenn teir bestu seyðirnir eru farnir á flog! 😅
…ok, kanska ikki heilt 😏
Apríl apríl 🤪🫨