29/09/2026
VIT TAKKA HEIMSINS BESTU NÆMINGUM OG
LÆRARUM FYRI ENN EINA NÁMSVITJAN 😊
Nú senda vit aftur meira enn eitt fult flogfar av fittum og hugagóðum skúlanæmingum og lærarum heimaftur til Føroya eftir námsvitjan her. Hesaferð siga vit farvæl við fleiri enn 190 næmingar úr Sørvági, Fuglafirði, Vestmanna og við Streymin umframt øll tey, sum ganga á heystskeiðinum hjá Ítróttaháskúlanum í Vági. Øll hava verið røsk at taka lut í bæði mentanarligum, kropsligum og sosialum avbjóðingum – og vit hava enn einaferð fingið váttað, at vit eiga hemsins besta ungdóm.
Vit hava sjálvandi prátað um ta serliga dramatisku sponsku søguna og mentanina – frá fornari tíð og fram til í dag. Vit hava vitjað viðkomandi støð - m.a. vøkru fjallabygdina Guadalest og søguliga skansan og inkvisitoriska tortursavnið har. Vit hava vitjað 7000 ára gamla havnarbýin Alicante við sínum bumbuskýlum frá borgarakrígnum, tarvaringinum, stóra matvørumarknaðinum og øðrum spennandi støðum.
Vit hava róð kajakk og paddleborð, og vit hava svomið undir teimum vøkru fossunum. Nakrir elitusvimjarar úr Ítróttaháskúlanum hava enntá eisini svomið í nýggja 50 metra olympiska svimjihyli okkara. Vit hava sum vant havt toymismenning, nógvan dans, postarenning og onnur tiltøk og kappingar undir kønari leiðslu av okkara egna ungdómstoymi. Viðhvørt hava skúlanæmingarnir sjálvir framført, og tað er altíð stuttligt. Stundir hava eisini verið til eitt sonevnt ’pool-party’, og alt endaði sjálvandi við gallaveitsluni.
Øllum tykkum omanfyri 190 næmingum og lærarum takka vit hjartaliga fyri vitjanina og ynskja tykkum eina góða ferð heim! 😊