Sólorka til útisetar

Sólorka til útisetar Føroyska grannalagið í sólini er í sponsku Altea-víkini. Her kunnu føroyingar leita sær heil

FØROYSKA TÆNASTAN Á GRAN CANARIA SKOTIN Í GONGD 😊Nýggja føroyska virksemið er farið av bakkastokki. Sólorka, sum er eina...
02/02/2019

FØROYSKA TÆNASTAN Á GRAN CANARIA SKOTIN Í GONGD 😊

Nýggja føroyska virksemið er farið av bakkastokki. Sólorka, sum er einasta føroyska incoming-felagið á Gran Canaria, er farin undir at skipa fyri móttøku, vegleiðing, útferðum og felagstiltøkum á oynni. Fyrsta roynd okkara er fullteknað, og bólkarnir av vitjandi gjørdust størri enn væntað. Vit takka hjartaliga fyri undirtøkuna.

Øll taka sær av løttum og gera, sum teimum lystir. Tó er áhugin eisini stórur fyri at fara á »oyðimarkarferð«, at eta inni í einum helli og at vitja gosop, holubúgvar, fiskimenn, rom-brennarar, vínbøndur, húsini hjá Kolumbusi o.m.a. Vit hugna okkum eisini. Spáka, syngja og dansa. Og sjálvandi ber eisini til at sóla sær 😊.

Komandi vetur víðka vit tænastuna, og vit hava longu fingið fyrstu fyrispurningarnar viðvíkjandi januar-februar 2020 😊. Sí: www.soloka.com

VIT ERU EIN FØROYSK INCOMING-FYRITØKA UTTANLANDSog soleiðis ein nokkso óvanlig fyritøka. Í staðin fyri at senda fólk út ...
16/01/2019

VIT ERU EIN FØROYSK INCOMING-FYRITØKA UTTANLANDS
og soleiðis ein nokkso óvanlig fyritøka. Í staðin fyri at senda fólk út í heim eins og ferðaskrivstovurnar, taka vit ímóti okkara gestum á staðnum. Soleiðis fáa vit veitt eina serliga tænastu – eisini til eldri fólk og til teirra, sum hava serligar kropsligar ella mentalar avbjóðingar.
Sólorkuvertir taka ímóti í útlendsku floghavnini og koyra gestirnar við sólorku-bussum til hotellini. Vit eru tøk undir allari vitjanini og hjálpa og vegleiða, um gestir gerast sjúkir, missa okkurt burtur otl. Sólorka býður í úrvaldar útferðir á føroyskum og ráðgeving um onnur úrvald ferðamál og aktivitetir. Undir serligu sólorkusetunum bjóða vit eisini framløgur, undirhald, sang, dans o.a.m.
Vit búgva í Altea/Albir á sponsku Costa Blanca, men vit bjóða nú eisini tænastu okkara á Gran Canaria á vetri og frá sumrinum 2019 væntandi eisini á øðrum plássum.
Eitt dóttirfelag okkara bjóðar venjingarlegur og aðrar ítróttavitjanir til ítróttafeløg í Onglandi og Danmark - sí: www.solorka.com ella www.premiersportsholidays.com

16/01/2019

Føroyska grannalagið í sólini er í sponsku Altea-víkini. Her kunnu føroyingar leita sær heil

MILLUM HALL OG HALLELUJA Í SPANIA - MAI 2019Góðu útisetar. Vælkomnir á hesa nýggju facebook-síðuna, sum fyrst og fremst ...
26/11/2018

MILLUM HALL OG HALLELUJA Í SPANIA - MAI 2019

Góðu útisetar. Vælkomnir á hesa nýggju facebook-síðuna, sum fyrst og fremst er ætlað føroyingum, sum búgva uttanlands.

Alsamt fleiri føroyskir útisetar í Danmark vitja vár- ella heystsetur okkara í Albir – summi tí at tey hava næstringar ella aðrar kenningar millum gestir okkara. Vit hava tí valt at skipa fyri betri møguleikum hjá útisetum at vitja okkum. Soleiðis kunnu føroyingar – úti sum heima – hugna sær undir sólini og saman njóta framløgurnar, undirhaldið, sangin, tónleikin, dansin og útferðirnar.

Í vársetuni 2019 eru føroysku høvuðsnøvnini Hallur Joensen og Halleluja-Sofus. Umframt at syngja fyri okkum – viðhvørt enntá saman - fara teir báðir at fortelja frá sínum áhugaverdu lívum, og teir leggja ikki fingrarnar ímillum. Teir spæla saman við topp-professionellum tónleikarum sum Jákupi Zachariassen, Jóan P. (Bedda) Hansen, Paula Magnussen og Høgna Klakstein. Sum vant fara nógv onnur áhugaverd fólk eisini at greiða frá. Her verður snøgt sagt alt millum himmal og jørð – ella alt millum Hall og Halleluja :-)

Les meira her: www.solorka.com

Dirección

Camino Viejo De Altea 29
Albir

Página web

Notificaciones

Sé el primero en enterarse y déjanos enviarle un correo electrónico cuando Sólorka til útisetar publique noticias y promociones. Su dirección de correo electrónico no se utilizará para ningún otro fin, y puede darse de baja en cualquier momento.

Atajos

Compartir

Categoría